Tryggur sigur á Skála

Í góðveðrinum á Skála avgjørdu vit alt í fyrra hálvleiki, tá vit otaðu okkum nærri toppliðunum.

Ofta hoyra vit venjarar siga, at man skal vera klárur frá byrjan. Hóast hetta viðhvørt tykist ljóða sum útvatnaðar, innartómur orðaskvaldur, kann ikki sigast annað enn at tað vóru vit. Klokkan var ikki farin ein umgang runt, áðrenn Símun, ísakaldur sum altíð, legði bóltin upp í hornið. Bartal sendi ein langan bólt fram, sum Skála-verjan í fyrstu syftu fekk vart fyri. Men bólturin datt fyri føturnar á Símuni, sum setti innarsíðuna á, og so var 1-0 til okkum. Vit sótu meira ella minni á øllum í einar 10 minuttir. Menn funnu væl hvønn annan, og Skála leikararnir tøktust eitt sindur ørkymlaðir. Tó so, henda tingini skjótt í fótbólti. Nærmast burtur úr ongum smekkaði ein Skála leikari til uttanfyri feltið, og bólturin brast í innaru síðuna á stongini. Nú vóru vit ávaraðir.

Eftir 24 minuttir fingu vit fríspark. Skála málverjin kom ov langt út, og fríspark bleiv dømt beint uttanfyri feltið. Hetta var sjálvsagt ein uppgáva fyri frísparkskongin Adrian. Hóast hann viðhvørt hevur vana at skora úr 35 metrum, vísti hann at hann eisini dugur úr 16 metrum. Skála setti 7 mans í múrin, men Adrian fann eitt hol, og so var 2-0.

Góðar fimm minuttir fyri hálvleik varð dysturin í roynd og veru avgjørdur. Dan sníkti seg, sum ein annar ninja, afturum Skála verjuna. Adrian var við uppá tað, og við einari Trónd Jensen-líknandi avlevering, skar bólturin seg ígjøgnum Skála verjuna. Dan var einsamallur við málmanninum, og trillaði bóltin framvið honum. Skála málverjin kundi ikki gera annað, enn at seta seg á gumpin, og hyggja at meðan okkara menn fegnaðust.

Hóast okkara menn komu út til seinna hálvleik og vildu meira, komu ikki fleiri mál. Dysturin dovnaði spakuliga, og til síðst tóktist tað sum at vit sleptu speedaranum eitt sindur. Ein tryggur 3-0 sigur á Skála, og onnur úrslit hetta umfarið, gera at vit nærkast oddinum.

Hagtøl

Skála - HB 0-3 (0-3)
0-1 - Símun Samuelsen
0-2 - Adrian Justinussen
0-3 - Dan í Soylu

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk), Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Daniel Johansen), Tróndur Jensen, Bartal Wardum, Símun Samuelsen (Pætur Petersen), Hørður Askham, Ari Mohr Olsen (Sebastian Pingel), Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Jógvan Skeel Nolsøe, Andreas Breimyr, Símun Sólheim

Dagsins leikari: Tróndur Jensen

 

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.