Trivaligur sigur í "lítlu" grannauppgerðini

Seinasti dystur áðrenn summarsteðgin, endaði við einum tryggum 5-0 sigri AB.

Felags fyri teir síðstu 4 dystirnar hjá okkum er, at tað er komið mál innan 5 minuttir. Og soleiðis var aftur í dag. Beint áðrenn klokkan rundaði 5. umfar, hevði Ari lagt okkum á odda 1-0.

Hóast vit tóktust hava kontrol á dystinum, vóru argjamenn naskir, og royndu at hótta. Uttan at tað bleiv heilt vandamikið. Tá kann sigast at vit vóru vandamiklari. M.a. hevði Adrian tvey skot á stengurnar, meðan Dan bleiv snýttur fyri tað klárasta brotssparkið hesumegin Ekvator, tá hann kom at einsamallur ímóti AB málverjanum. Hann fekk lyft bóltin upp um málverjan, men bleiv í somu løtu smekkaður niður. Fólk tóktust bara bíða eftir um bólturin fór í mál, men tá hann ístaðin fór á stongina og út, væntaðu tey flestu at dómarin fór at bríksla. Men so var ikki, og tey flestu sótu spyrjandi. So vit máttu fara til hálvleiks við einari 1-0 leiðslu.

Í seinna hálvleiki settu vit trumf á, tá fyrst Tróndur legði okkum á odda 2-0. Fáar minuttir seinni økti Dan til 3-0. Vit høvdu allatíðina tamarhald á støðuni, men tey flestu sótu við kensluni, at við eitt sindur meira nærlagni, kundu vit fingið fleiri mál. Men hesi komu ikki fyrr enn heilt ímóti dystarenda. Fyrst var tað innskifti Pætur sum økti til 4-0, áðrenn dagsins maður Ari, setti punktum til 5-0.

Hagtøl

HB - AB 5-0 (1-0)
1-0 - Ari Mohr Olsen
2-0 - Tróndur Jensen
3-0 - Dan í Soylu
4-0 - Pætur Petersen
5-0 - Ari Mohr Olsen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson (Daniel Johansen), Jógvan Rói Davidsen (liðsk), Adrian Justinussen (Pætur Petersen), Dan í Soylu, Tróndur Jensen, Bartal Wardum, Símun Samuelsen, Hørður Askham (Sebastian Pingel), Ari Mohr Olsen, Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Brynjar Hloðversson, Jógvan Skeel Nolsøe, Símun Sólheim

Dagsins leikari: Ari Mohr Olsen

Mynd: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.