Tilmelding til bussin til Klaksvíkar

Komandi sunnudag kunnu okkara menn avgera FM í Klaksvík, og sum vant í sambandi við útidyst, verður skipað fyri busstúri til dystin. Tað hevur alstóran týdning, at so nógv koma við, sum til ber.

Fyri at vit skulu fáa eina hóming av, hvussu nógv fólk koma við, og hvussu nógvir bussar skulu bíleggjast, so verður tilmelding til bussin. 

Um tit ætla við, skulu tit ringja til Rakul á 251513 og siga hvussu nógv tit vera. Seinasta freist at melda til er hóskvøldið kl. 21.00. 

Bussurin fer við Høllina á Hálsi 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.