Tap í grannauppgerðini

Eitt tap er altíð tungt, og serliga eitt ímóti B36. Men í dag mugu vit bara ásanna, at tað gekk ikki okkara veg. Longu í 7 minutti fór Lasse av vøllinum við skaða. Ringt var at fáa spælið at glíða, og nógvar feilavleveringar merktu dystin.

B36 kom á odda bæði eitt og tvey null, áðrenn vit minkaðu um munin. Fyrsta málið kom eftir brotsspark. Jógvan Rói var óheppin, og fekk hondina á bóltin. Spurnartekin skulu nokk ikki setast við akkurát tað avgerðina, og úr 11 metrum var Alex Mellemgaard tryggur. 10 minuttir inn í seinna hálvleik, endaði ein misskiljing í verjuni við at Brian Jacobsen fekk lagt grannarnar á odda 2-0. Bara tríggjar minuttir seinni gjørdist mótbrekkan enn tyngri, tá Dan í Soylu fekk sítt seinna gula kort. Tað var allarhelst í lagi, men so kann man eisini seta spurnartekin við, hví ikki fleiri gul kort vóru givin. Ikki tí, vit fingu heili 6 av teimum gulu, men okkurt kundi væl verið givið hinvegin eisini.

Góðar 20 minuttir inn í seinna hálvleik, bragdaði endiliga hjá okkum. Pætur Petersen jaktaði ein bólt, og komin inn í feltið, varð hann rendur um koll. Brotsspark og reytt kort. Hildu øll. Dómarin hevði reyða kortið í hondini, men av eini ella aðrari orsøk stakk hann tað aftur í lumman, og B36’arin slapp við gulum. Adrian smekkaði bóltin í kassan, og spenningur var aftur í dystinum.

Eftir hetta sást ikki at vit vóru ein maður í undirtalið. Vit sótu á spælinum, og fingu skapt nakrar góðar støður, uttan at tað bleiv heilt vandamikið. Málið kom tó ongantíð, og fyrsta tapið gjørdist veruleiki.

Vit skulu ikki dvølja yvir hetta tapið ov leingi, tí vit hava møguleika at reisa okkum aftur longu mikudagin, tá steypadystur verður ímóti NSÍ.

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Jógvan Rói Davidsen (L), Bartal Wardum(Daniel Johansen), Lasse T. Andersen (Andreas Breimyr), Magnus Egilsson, Brynjar Hlöðversson (Pætur Petersen), Hørður Askham, Dan í Soylu, Adrian Justinussen, Símun Samuelsen, Ari Mohr Olsen.

Mynd: Rakul Hansen

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.