Tann ”lítla” grannauppgerðin

Sætta umfar í Betri deildini stendur fyri framman, og tað bjóðar uppá enn eina grannauppgerð. Hesu ferð eru tað grannarnir av Argjum, ið taka túrin yvir um brúnna. Og hóast vit hava hug at kalla hetta fyri tað ”lítlu” grannauppgerðina, skal uppgávan takast í størsta álvara. Bæði liðini hava tørv á øllum trimum stigunum, og vit vilja fegin at tey vera verandi innanfyri postnummar 100. Tí eingin orsøk er hjá argjamonnum at koma yvir um ánna eftir stigum! Skulu vit ikki missa toppin úr eygsjón, er kravið trý stig.

Vit eru eitt sindur darvaðir av skaðum. Ímóti B36 fór Lasse út við skaða, og ímóti TB fór Bartal eisini út við skaða. Hvørgin teirra er førur fyri at spæla. Ari hevur eisini sitið uttanfyri síðstu tveir dystirnar, men hann er so smátt við at vera klárur aftur. Tróndur og Pingel, sum báðir hava verið langtíðarskaddir, hava báðir fingið nakrar minuttir í beinini í 1. deild, og eru so smátt við at vera klárir aftur.

Hóast AB til tíðir hevur haft hug at arga eitt sindur, hava vit havt eitt greitt yvirtak á teimum í bestu deildini. Í fjør vunnu vit allar landskappingardystirnar ímóti AB, uttan at lata mál. Tey 8 kappingarárini AB hevur verið í bestu deildini hava vit vunnið 15 dystir, spælt 6 javnleikir og tapt 3. Málúrtøkan er 52-18 til okkum (faroesoccer.com). Talið av sigrum á AB, skal gjarna vera komið upp á 16, tá klokkan er farin av 20 í morgin.

Koyr á HB!

Mynd: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.