Tað gongur ikki okkara veg í løtuni...

Fyri aðru ferð í ár fóru vit av vøllinum sum taparar. Hesuferð á heimavølli ímóti einum vælleikandi Skála-liðið.

Skálamenn vóru vælupplagdir frá byrjan, og vóru sera ágrýtnir. Sum so mangan fyrr í ár, gekk strilti hjá okkum at fáa glið á spælið. Men sum hálvleikurin leið fingu vit betur tamarhald á støðuni.

Stutt fyri hálvleik var dramatikkur í luftini. Lasse og Skála-áleyparin dystaðust um bóltin, og endin var at skálamaðurin fór avstað við honum. Í tí at hann er á veg framvið Teiti, fer hann um koll. Hóast tað kanska sá út til at vera brotsspark, lat dómarin ikki við seg koma, og vit sluppu við skrekkinum.

Men dramatikkurin endaði ikki her. Í síðsta minutti í fyrra hálvleiki, fór Skála liðskiparin um koll í feltinum. Og mótsatt fyrru ferð, var dómarin skjótur at bríksla fyri brotssparki. Um tað var kompensatión fyri ikki at døma tað fyrra, er óvist. Men kontaktin var í besta føri minimal. Og hóast Teitur valdi rætt, og fekk hondina á bóltin, endaði bólturin í málinum. Kanska vert at nevna, at hetta er fjórðu ferð í ár, at vit gera brotsspark.

Eitt korter inn í seinna hálvleik gjørdist mótbrekkan enn brattari, tá Skála kom á odda 2-0. Nú mátti okkurt henda, og 5 minuttir seinni framdu vit heili tríggjar útskiftingar. Inn komu Tróndur Jensen, Pætur Petersen og afturvendi Sebastian Pingel. Broytingarnar góvu úrslit í spælinum. Vit sótu mest sum á øllum, og fingu eisini skapt nakrar góðar støður. Men tann síðsti neyvleikin manglaði í, og vit raktu træverkið heilar tríggjar ferðir. Men tá alt kemur til alt, so telur stong-út sum kunnugt einki, og tí máttu vit fyri aðru ferð í ár, fara av vøllinum við ongum.

Vit mugu ásanna at tað ikki gongur okkara veg í løtuni, og tað tykist sum at øll okkara mistøk verða revsað. Men tað er ein partur av spælinum, sum vit eisini mugu taka við.

Næsta uppgáva er á útivølli ímóti EB/Streymi, og tað besta vit áskoðarar kunnu gera, er at stuðla okkara monnum treytaleyst. Vit vita at teir kunnu!

Koyr á HB!

Hagtøl

HB - Skála 0-2
0-1 - Ronni Møller-Iversen
0-2 - Jákup Johansen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk.),  Brynjar Hlöðversson, Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Tróndur Jensen), Andreas Breimyr, Símun Samuelsen, Hørður Askham (Pætur Petersen), Ari Mohr Olsen (Sebastian Pingel), Lasse Thillitz Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Daniel Johansen, Jógvan Skeel Nolsøe, Símun Sólheim

 

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.