Suni Skylv Reinert farin

Tað var tungt og svárt at fáa boðini í morgun Suni

 

Eg eri so sera glaður fyri, at Gunnar fekk teg við nú eitt leygarkvøldið fyri nøkrum vikum síðani, tá vit trýggir fóru niðan í hyttuna hjá Petur Even at hugna okkum við góðum mati.

 

Vit fingu práta væl og leingi um sjúkuna, um hvørjar kenslur gjørdu seg galdandi, og um hvussu tú hevði tað.

 

Var so sera hugtikin av, hvussu flott tú tók støðuna, og tað stóra mót tú legði fyri dagin, og hvussu væl tú dugdi at síggja alt tað positiva og ljósa í lívinum og lívsins viðurskiftum, sjálvt eftir at tungur ryggsekkur var lagdur á tínar herðar, einki negativt, ikki eitt orð, eg hugsaði, at eg nokk ikki hevði átt hatta mótið, og handan geistin.
 

Vit tosaðu um HB, um løturnar í HB húsinum, um hvussu tú gleddi teg til okkara árliga Jólaborðhald, har vit 23 vinir hittast regluliga uppi hjá Gunnari.
 

Tú skapti gleði, har tú var, dugdi óalmynduliga væl at greiða frá, og mintist sera væl farnar hendingar í gleði og sorg, tú hugsaði altíð um hini áðrenn teg sjálvan, og tú var upp á sama máta sum tín besti vinur Petur Slyne. 
 

Tú var fantastiskur at verða saman við, eitt ljós við einum super humøri, og eitt skálka smíl, tá poengið í søguni skuldi sigast.
 

Góði Suni, eg má aftur siga tað um teg beint eftir tín besti vinur fór frá okkum.
 

Ein av okkara fyrrverðandi 1. liðs HB spælarum er longu aftur farin um sýn, vit drýpa høvur í sorg og sakni, tá okkara HB Betri lið fer at minnast teg kæri vinur, okkara næsta heimadyst.

Hvíl í friði vinurin 

Kaj Leo

K❤️

K

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.