Stong út í Klaksvík

Eftir eitt keðiligt tap á 3-1 ímóti KÍ, mugu vit helst ásanna at seinasti FM møguleikin er fokin. Hóast leikliga yvirvág, so vóru vit revsaðir av ein einum effektivum KÍ liðið. M.a. Raktu vit træverkið trígjjar ferðir.

KÍ kom á odda longu í 13. minutti, tá Jóannes Bjartalíð kom at standa leysur í feltinum. Hóast markeringar fyri rangstøðu, lat linjuverjin ikki við seg koma, og so var 1-0. Hendan støða helt sær til hálvleik. Góðar 10 minuttir inn í seinna hálvleik fingu vit útjavnandi málið. Eitt dundurskot frá Adrian, sum brast í yvirleggjaran og í netið, aftanfyri ein annars vælleikandi Kristian Joensen í KÍ málinum. 

Nú tevjaðu vit blóð, og hildu fram at vera spælstýrandi. Men tá 68 minuttur vóru farnir, blivu vit fangaðir í einari umstilling. Bólturin var spældur inn í brotsteigin, har KÍ'ari var fyrstur á bóltinum, áðrenn hann bleiv feldur av Teiti. Úr 11 metrum var Jóannes Bjartalíð tryggur, og so var 2-1. Tíggju minuttir seinni fingu vit brotsspark, men ólukkutíð brendi Adrian.

Vit royndu at satsa, men blivu enn einaferð fangaðir í umstilling, tá innskifti Torbjørn Grytten avgjørdi dystin, og skoraði til 3-1.

Hóast leikliga yvirvág, megnaðu vit ikki at umseta møguleikarnar til mál. Har vit kanska høvdu effektivitetin í fjør, eru vit blivnir revsaðir fyri mangul uppá sama í ár. Og við hesum tapinum, mugu vit helst ásanna at FM møguleikin er fokin.

Hagtøl

KÍ - HB 3-1 (1-0)
1-0 Jóannes Bjartalíð
1-1 Adrian Justinussen
2-1 Jóannes Bjartalíð
3-1 Torbjørn Grytten

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Sebastian Pingel, Brynjar Hlöðversson (liðsk.) (Daniel Johansen), Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, René Shaki Joensen, Pætur Petersen (Símun Samuelsen), Bartal Wardum (Dan í Soylu), Hørður Askham, Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Jógvan Rói Davidsen, Andreas Breimyr, Símun Sólheim

Dagsins leikari: Lasse T. Andersen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.