Stórsigur, uttan at imponera

At vinna 6-0 uttan at imponera, er kanska at strekkja tað í so langt. Men tað er kenslan eftir dagsins dyst.

Spælið var øgiliga trilvandi at byrja við. Vit høvdu bóltin, men komu ikki fram til nakrar møguleikar. Spælið gekk kanska í so seint, til at kunna opna kompaktu ÍF verjuna. Og tað skuldi eisini ein hjálpandi hond, ella høvd, áðrenn vit løgdu okkum á odda. Eitt innlegg úr vinstru varð ov høgt til at Ari kundi fáa høvdi á. Men aftanfyri hann kom ein ÍF’ari flúgvandi, og stútaði í kassan til 1-0.

Málið til 2-0 var eisin sjálvmál. René skeyt ein leysan bólt á stongina, ið síðani stakk í ein ÍF’ara og í mál. Man kundi kanska givið René málið, men dómarin hevur skrásett tað sum sjálvmál. 2-0 í hálvleikinum, uttan at imponera stórvegis, og uttan at vera hóttir á nakran hátt. Teitur kann vera glaður fyri at tað var so lýtt í veðrinum, tí annars var vandi fyri at hann hevði fingið lungnabruna í fyrra hálvleiki, so lítið hann hevði at gera.

Í seinna hálvleiki kom eitt sindur meira ferð á spælið. Tá góðir 10 minuttir vóru spældir, hevði Ari skorað tvær ferðir, og um nakar var í iva um útfallið av dystinum, var hesin so ruddiliga beindur til viks. Adrian, sum byrjaði á bonkinum í dag, skoraði til 5-0. Síðsta málið í dystinum fekk Hørður, sum harvið hevur skotið 3 mál ímóti ÍF í ár.

Umframt tey trý stigini, so pyntar 6-0 eisini uppá málúrtøkuna. Og hóast tað er ein stórsigur, so kom hann í hús, uttan at okkara menn spentu seg heilt út.

Hagtøl

HB - ÍF 6-0 (2-0)
1-0 Sjálvmál
2-0 Sjálvmál
3-0 Ari Mohr Olsen
4-0 Ari Mohr Olsen
5-0 Adrian Justinussen
6-0 Hørður Askham

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Brynjar Hlöðversson (liðsk.), Daniel Johansen, Tróndur Jensen, René Shaki Joensen, Pætur Petersen, Bartal Wardum, Hørður Askham, Ari Mohr Olsen, Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Andreas Breimyr, Bjarni Brimnes, Símun Sólheim

Dagsins leikari: Ari Mohr Olsen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.