Stór avbjóðing fyri framman

Týsdagin kl. 16.45 spæla vit fyrra Europa League dystin ímóti Linfield. Hetta er fimtu ferð at Linfield vitjar í Føroyum, men enn hevur einki lið megna at koppa teimum yvir tveir dystir. Hóast tað onkuntíð hevur verið nær við.

Linfield vann norðurírska meistarheitið í fjør. Hetta var teirra meistarheiti nr. 53, og teir eru nr. 2 á heimslistanum, yvir flest vunnin meistaraheitið. Bert aftanfyri Rangers úr Skotlandi, ið hevur vunnið 54 meistarheitið. So hóast tað ikki ljóðar so eksotiskt, er tað ikki hvør sum helst, sum kemur á vitjan. Leggjast kann afturat, at Linfield eisini hevur vunnið steypakappingina 43 ferðir.

Hóast tað ikki rakk til at koma víðari ímóti HJK Helskinki, so er eingin orsøk at leggja kongin. Serliga seinni dysturin gevur okkum orsøk at vera optimistisk. Umframt at landskappingin í Norðurírlandi ikki er byrjað, legði Linfield eisini rygg til eitt stórtap ímóti Rosenborg, og tapti samanlagt 6-0. So formurin hjá teimum er kanska ikki ræðandi. Trúgvin uppá at tað letur seg gera er til staðar, og við stuðli frá øllum okkara fjepparum, kunnu vit skapa eitt gott útgangsstøði áðrenn returdystin.

Vit síggjast í Gundadali!

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.