So nær við, og tó...

Hóast vit eina løtu trúðu uppá tað, so var langt á leið at vit spældu okkum víðari í Champions League. Ístaðin eitur tað Europa League fyri okkara viðkomandi.

Dysturin byrjaði væl, har vit høvdu gott tamarhald á dystinum. Og í 17. minutti legði Pingel okkum á odda, eftir at Jógvan Rói spældi hann leysan. 1-0 og optimisman var at fáa eyga á. Góðar 10 minuttir inn í seinna hálvleik, tevjaðu vit av álvara blóð. Eitt hornaspark varð skotið afturum í feltinum. Símun fekk høvdið á og skallaði bóltin inn fyri aftur, har Lasse tveitti seg fram - 2-0. Ein fult uppiborðin leiðsla, og tað sum einaferð sá ógjørligt út, var kanska ikki so ógjørligt hóast alt.

Tað verður ofta sagt, at 2-0 leiðslan er tann vandamiklasta leiðslan. Og hóast hetta eftirhondini er ein ódokumenteraður pástandur, vóru vit offur fyri hesi útvatnaðu málsligu tugguni. Ein misskiljing í verjuni, har vit ikki fingu ruddað bóltin burtur, førdi við sær at bólturin endaði fyri føturnar á innskifta Riku Riski, sum smekkaði hann í kassan. Nú gjørdist brekkan dekan ov brøtt, og eitt korter fyri leiklok var Riku Riski enn einaferð uppá spæl. Hann snýtti rangstøðufelluna, og lyfti bóltin upp um Teit til 2-2.

Vit komu ikki víðari í Champions League á hesum sinni, og sæð yvir tveir dystir var HJK kanska tað sterkari. Men vit fullu við æru, og eftir dystin í kvøld, kunnu allir leikararnir hyggja hvønn annan í eyguni, og kansk iðra seg um at tað ikki bleiv til meira. Nú verður so Europa League á skránni. Mótstøðuliðið verður funnið í morgin, tá Rosenborg og Linfield spæla seinna dystin sínamillum.

Hagtøl

HB - HJK Helsinki 2-2 (1-0)
1-0 - Sebastian Pingel
2-0 - Lasse T. Andersen
2-1 - Riku Riski
2-2 - Riku Riski

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk),Sebastian Pingel, Daniel Johansen, Dan í Soylu(Brynjar Hlöðversson), Tróndur Jensen, Pætur Petersen, Símun Samuelsen, Hørður Askham, Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Adrian Justinussen, René Shaki Joensen, Bartal Wardum, Ari Mohr Olsen, Símun Sólheim

Mynd: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.