Skipað styrkivenjing og fysiopterapi til ungdómsleikararnar

Skipað styrkivenjing og fysiopterapi til ungdómsleikararnar

Í ár hevur ungdómsdeildin saman við høvuðsungdómsvenjaranum gjørt nógv burturúr at breiðka tilboðini til ungdómsleikararnar í felagnum. Á henda hátt ynskja vit, at HB skal hava eina ungdómsdeild, sum hevur eitt fullfíggjað tilboð til leikararnar, soleiðis at fótbóltsmenningin er á so høgum støði sum gjørligt, siga Eyðun Mørkøre, formaður í ungdómsdeildini, og Jan Laursen, høvuðsungdómsvenjari.

Óla Hendrik av Fløtum tekur sær av styrkivenjingini hjá ungdómsleikarunum. Styrkivenjingin er fyri eldru leikararnar í ungdómsdeildini, U15 og uppeftir.

HB hevur eisini gjørt avtalu við Havnar Fysioterapi um, at fysioterapeutur er knýttur at ungdómsdeildini. Hetta er skipað soleiðis, at eina ferð um vikuna er fysioterapeutur tøkur í HB húsinum. Leikarar, sum kanska hava fingið ein skaða av onkrum slag, kunnu tá koma til eina kanning og meting av skaðanum. Hetta kann eisini gerast saman við foreldrum og venjara. Alt eftir hvat skaðin snýr seg um, fær leikarin eina vegleiðing um, hvussu hann skal venja og fyrihalda seg fyri at koma so skjótt fyri seg aftur sum gjørligt. Hetta er ókeypis, men krevur skaðin víðari viðgerð, verður tað leikarin sjálvur, sum ber kostnaðin.

 

 

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.