Pingel er enn okkara

Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Pingel er enn okkara

Sebastian Pingel hevur longt sáttmálan við HB.

Hann var ikki meiri enn komin í gongd í fjør, so bleiv hann langtíðarskaddur, men tað er eingin fjeppari, hvørki hjá HB ella í føroyskum fótbólti, sum ivast í evnunum hjá fryntliga dananum.

Vit fegnast sjálvandi um, at hann aftur komandi ár verður reyður og svartur. Sebastian Pingel skoraði 11 mál í 29 dystum í dystum í 2017, og 10 mál í 22 dystum fyri grannarnar í 2016. Vónandi fer hann aftur í 2019 at vísa okkum, at hann veit, hvar málmeskarnir eru.

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.