Málveitsla í Gundadali!

Tað var kanska ikki allatíð so pent, men undihaldandi var tað, tá vit vunnu 4-3 á AB.

Dysturin tóktist byrja eftir ætlan. Okkara menn spældu væl, og høvdu fult tamarhald á dystinum, og tá eitt gott korter var farið, sendi Adrian ein bólt í dýbdina til Símun Samuelsen. Og Símun, kaldur sum hann er, trillaði bóltin framvið AB málverjanum, og so var 1-0 til okkum. Um nakar helt at talan nú fór at vera um avgreiðsluspurning, fór viðkomandi so dyggiliga skeivur. Tá 32 minuttir vóru spældir, fekk AB horna. Bólturin endaði fyri føturnar á Bárði Olsen, og hann smekkaði bóltin í málið til 1-1. Eitt sindur av fjáltri tóktisk vera á okkara monnum, og AB’arnir vóru sera ágrýtnir hesa løtuna.

Men beint sum fólk ætlaðu sær til hálvleiks, var tað okkara túrur at fáa hornaspark. Magnus Egilsson fór út at taka, og hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta bóltin beinleiðis í málið. Gott at fara til hálvleiks við einari leiðslu.

Fólk vóru illa nokk komin út til seinna hálvleik, so var aftur galið. Bjarki Nielsen var sendur avstað, og einsamallur við Teiti var hann tryggur, og javnaði til 2-2. Tó gekk ikki lang tíð, áðrenn vit løgdu okkum á odda fyri triðju ferð. Adrian fær ein bólt inni í feltinum, og leggur hann trygt í mótsattu síðu.

Bara tríggjar minuttir seinni fekk AB brotsspark. Men Teitur var sum ein køttur, og bjargaði meistarliga. Nú kundi AB ikki fylgja við meira, helt man. Men ak. Bara fýra minuttir seinni fær Filip í Liða bóltin úti í vinstru síðu. Hann dregur eitt sindur inn í vøllin, og smekkar til úr 20-25 metrum. Bólturin situr dygst uppi í horninum og brestur í netið til 3-3. Eitt ótrúliga flott mál.

Tá eitt gott korter var eftir, kom 7. og síðsta málið. Og vit kunnu næstan kalla tað ein Adrian Classic. Hann fær ein bólt uttanfyri feltið, og hóast 2-3 AB’arar stóðu í vegin, fær hann onkursvegna smoygt bóltin ímillum hesar, og uttanum málmannin til 4-3!

Størsti fagnaðurin í Gundadali í dag, kom í 88. minutti, tá Tróndur Jensen bleiv skiftur inn. Hetta er fyrstu ferð at Tróndur kemur á vøllin, eftir skaðan hann fekk ímóti KÍ í fjør.  

Fleiri mál komu ikki, men vóru vit eitt sindur meira nærlagdir, kundu vit tað sama økt um leiðsluna. Vit kunnu fegnast um trý stig, og ein undirhaldandi dyst.

Hagtøl

HB - AB 4-3
1-0 - Símun Samuelsen
1-1 - Bárður Olsen
2-1 - Magnus Egilsson
2-2 - Bjarki Nielsen
3-2 - Adrian Justinussen
3-3 - Filip í Liða
4-3 - Adrian Justinussen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk.), Brynjar Hloðversson, Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Pætur Petersen (Jógvan Skeel Nolsøe), Andreas Breimyr (Ari Mohr Olsen), Símun Samuelsen (Tróndur Jensen), Hørður Askham

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Villiam Emil Klein, Bjarni Brimnes, Símun Sólheim

Dagsins leikari: Adrian Justinussen

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.