Linfield í Europa League

Eftir samlaða tapið í Champions League ímóti HJK Helsinki, er tað nú greitt at vit møta norðurírska Linfield í Europa League. 

 

Fyrri dysturin verður í Gundadali, týsdagin 23. juli. Dysturin byrjar kl. 16:45, og tað er eitt sindur fyrr enn vanligt. Seinni dysturin verður spældur í Belfast, hóskvøldið 1. august kl. 19:45. 

 

Hetta er ikki fyrstu ferð Linfield er í Føroyum. Í 2012 møttu teir grannunum úr B36, í 2013 var tað ÍF, meðan NSÍ tók ímóti í 2015. Bæði NSÍ og B36 vóru nær við at koppa Linfield samanlagt, og hjá grannunum skuldi brotssparkskapping til, áðrenn teir máttu geva skarvin yvir. 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.