Løgmanssteypið, 1. hálvfinalan: HB - AB

Fyrra hálvfinalan um Løgmanssteypið: HB - AB

Mikudagin 30. mai kl. 16.30 verður fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið leikt á ovara vølli í Gundadali. Lutakastið fall soleiðis, at vit skulu møta grannunum av Argjum, AB.
 
Veðrið sær lovandi út, og vit vóna, at nógv HB-viðhaldsfólk leggja leiðina í dalin at stuðla okkara monnum.

Vit vilja eisini, at HBarar, sum av eini ella aðrari orsøk ikki hava møguleikan at koma og stuðla í Gundadali, eisini skulu kunna síggja dystin, og nú KVF hevur avgjørt at gevast at stroyma dystirnar, so skipa vit saman við AB fyri, at dysturin verður stroymdur. 

Tað ber til á www.fsf-livestream.com, og tað kostar 39 kr. at síggja dystin har.

KOYR Á, HB!

 

 

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.