Kunning í samband við Europa League dyst

Av tí at talan er um altjóða dyst, eru aðrar treytir galdandi enn til dystir í lands- og steypakapping.

  • Inngongdir eru bert í HB húsinum, frá gøtuni oman frá ÍSF Húsinum og Betri-Skýlinum
  • Allir áskoðarar skulu sita
  • Ikki er loyvt at hava fløskur, blikk og líknandi inn við,
  • Atgongumerkjaprísur er kr. 100,- fyri vaksin. Ung undir 18 ókeypis
  • Árskort og Club Gundadal kort 2019 eru galdandi til dystin
  • Man sleppur ikki út og inn av stadionøkinum, tá man er komin inn
  • Ikki er loyvt at fara inn á vøllin
  • Ongin parkering við HB húsið og Fimi
Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.