Kunning í samband við Champions League

Týsdagin 16. juli kl. 19, spæla vit returdystin í Champions League ímóti HJK Helsinki. Atgongumerki til dystin kunnu keypast við dyrnar, og kostnaðurin fyri vaksin er 100 kr. Ókeypis atgond til børn undir 18 ár. Árskort og Club Gundadal kort geva atgongd, har eitt atgongumerki verður útflýggja, tá kortið verður víst við inngongdina.

Inngongdin er skipað ørvísi enn vanligt. Tí er bert møguligt at sleppa inn við Betri-skýlið, niðara enda á ovara vølli og gøtuni millum HB húsið og tennisvøllin.

Tað er ikki loyvt at hava fløskur við á økið.

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.