Heimir heldur fram

Mynd: Rakul Hansen

Havnar Bóltfelag og íslendski venjari okkara, Heimir Guðjónsson, hava gjørt avtalu um at halda fram við samstarvinum í 2019.

 

- Heimir Guðjónsson hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri HB hetta kappingarárið, og tí eru vit sera fegin um at leingja samstarvið. Saman við Heimi fara vit sum felag at byggja víðari á alt tað, sum higartil er gjørt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB.

 

Tá ið Heimir Guðjónsson varð settur í starv sum venjari fyri besta mansliðið hjá HB, var tað í vónini um, at vit kundu byggja eitt nýtt lið upp, og at felagið yvir eitt áramál aftur kundi koma upp í oddin í føroyskum fótbólti við einum haldgóðum grundarlagi.

 

Higartil hevur tað gingið væl. HB kom í steypafinaluna og liggur á odda í bestu deildini. Málið um at røkka út í Evropa hetta kappingarárið er rokkið, samstundis sum lunnar eru lagdir undir eina víðari menning av liðnum og felagnum.

 

Heimir Guðjónsson er sera nærlagdur, hann krevur nógv av øllum spælarum, og hann hevur samstundis megnað at fingið ein sterkan hugburð í hópin, har hvør maður leggur nógv fyri til tess at røkka felags mál. Samanhaldið er nógv styrkt í hópinum, og felagsskapurin í felagnum er góður.

 

Tá ið HB og Heimir gjørdu avtalu fyri hetta árið, var tað við einari ætlan um at halda fram við samstarvinum komandi ár, og tann avtalan er nú formliga fingin upp á pláss. Tað eru leikarar, felagslimir og viðhaldsfólk sera takksom fyri, tí nú kann arbeiðið, sum byrjaði við Heimi, halda fram.

Heimir Guðjónsson er 49 ára gamal og hevur sjálvur spælt á hægsta stigi í Íslandi, har hann eisini er høgt í metum sum venjari. Sum leikari spældi hann við KR frá 1986, eitt skifti leikti hann við ÍA fyri síðan at spæla við FH til 2006. Sum venjari eydnaðist Heimi Guðjónsson at gerast meistari fimm ár á rað við FH, áðrenn hann kom til HB

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.