HB HAVT AÐALFUND

Ársaðalfundurin hjá Havnar Bóltfelag varð hildin týskvøldið 29. januar. Formaðurin greiddi frá farna ári og roknskapurin fyri 2018 varð lagdur fram og góðkendur av fundinum. Starvsnevndarval var eisini á skrá. Av teimum limum, sum stóðu fyri vali vóru Kaj Leo Johannesen og Thomas Juul Thomsen afturvaldir. Ragnar Joensen, sum eisini stóð fyri vali bar seg undan afturvali og í hansara stað varð valdur Ransin Napoleon Djurhuus. Nevndin hevur skipað seg við Kaj Leo Johannesen, sum formanni. Tormóður Stórá er næstformaður, Jóannes Mouritsen er kassameistari og Thomas Juul Thomsen og Ransin N. Djurhuus eru nevndarlimir. Tiltakslimir eru Bent Tommy Linklett og Tummas Óli Mortensen.

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.