HB fær norskan styrk

HB fær norskan styrk

 
HB hevur í dag undirskrivað sáttmála við 22 ára gamla norðmannin Andreas Breimyr. Hann hevur vant við HB í vetur og spældi millum annað móti Skála í finaluni í VFF-cup.
 
Andreas Breimyr er uppvoksin í London, har hann sum barn spældi við feløgum sum Fulham, Reading og Aldershot.
 
Sum vaksin hevur hann fyri tað mesta spælt í Noregi, við Bryne, Viking og Hødd, men var eitt skifti knýttur at hópinum hjá Crystal Palace. Hann fekk tó ongar Premier Leauge-minuttir, men spældi ein venjingardyst við besta liðnum.
 
Hann verður lýstur sum ein tekniskt sterkur, kreativur miðvallarleikari, sum trívist best mitt á vøllinum.
 
Vit ynskja honum vælkomnum til felagið og gleða okkum at síggja hann í reyðsvarta búnanum á vøllinum.
Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.