Grétar komin til landið

Í gjár kom nýggi íslendski miðvallarin hjá okkum til landið, her er hann avmyndaður saman við okkara egnu Turið Láadal Sejersdóttir, tá hann var í HB-húsinum í gjár. 

HB hevur leigað 21 ára gamla miðvallaran frá íslendska felagnum FH. 

Heimir var venjari hjá FH, tá Grétar fyri trimum árum síðan kom hagar úr Haukar, har hann er uppvaksin. Hetta er sostatt ein leikari, ið okkara venjari kennur væl. 

Grétar er sentralur miðvallaleikari, og vit fegnast um, at hann nú skal spæla í reyðum og svørtum. 

Komandi vikuskiftið er steðgur í landskappingini, tí hevur Grétar tíð at venja við liðnum til annað vikuskiftið, tá vit taka ímóti B36 á heimavølli .

 

(Myndina hevur Knút Olsen tikið)

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.