Gáva til ungdómsdeildina frá Suna

Gáva til ungdómsdeildina frá Suna

Tann 12. august í fjør andaðist fyrrverandi HB-spælarin, Suni Skylv Reinert, 47 ára gamal. 

Suni búði í Danmark seinastu mongu árini, men hann var ofta í Føroyum, og spældi HB, var hann fastur fúsur í Gundadali.

Serliga stóran áhuga hevðSuni fyri talentmenningini í felagnum, og hann nevndi ofta, at ungdómsdeildin mátti røkjast so væl sum gjørligt.

Nú búgvið eftir Suna Skylv Reinert er gjørt upp, kann HB boða frá, at ein partur av ognini eftir Suna er latin HB sum gáva.

Suni vildi sjálvur, at gávan skuldi latast ungdómsdeildini, har menningin í dag er skipað við serligum talentsjefi.

Mikukvøldið var lítil samkoma í HB-húsinum, har foreldrini hjá Suna, nakrir av vinmonnum hansara og formaðurin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen, vóru komin saman í sambandi við handanina.

HB takkar inniliga fyri gávuna til ungdómsdeildina og fer altíð at minnast HB-aran og lívsstykkið, Suna Skylv Reinert, við størsta takksemi. 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.