Fótbóltsskúlin verður 29. og 30. juni

Fotboltsskuli

Eins og undanfarin ár, fer FSF saman við HB aftur í 2018 at skipa fyri Fótbóltsskúla í Gundadali, ið er ætlaður børnum í aldurinum 6 til 14 ár (fødd í 2004 til og við 2012). Fótbóltsskúlin verður fríggjdagin 29. og leygardagin 30. juni.

 

 

Tíð

- Fríggjadag kl. 13:00-17:00 (møta kl. 12:30)

- Leygardag kl. 10:00-15:00 (møta kl. 09:30)

 

Tilmelding

Tey, ið vilja á Fótbóltsskúla hjá FSF í ár, kunnu melda seg til í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Tilmeldingarfreistin er hósdagin 14. juni 2018.

 

Kostnaðurin fyri at luttaka er 400 kr. Gjaldið er fyri luttøku á Fótbóltsskúlanum og fyri mat, frukt, bólt, t-troyggju og luttøkubræv.

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.