Enn ein javnleikur

Fyri fimtu ferð í ár, og aðru ferð ímóti NSÍ, mugu vit taka til takkar við javnleiki.

Hóast leikliga yvirvág, megnaðu vit ikki at hála øll trý stigini við til Havnar. Ein sera lívligur Pætur legði okkum á odda, tá tað restaðu gott og væl 10 minuttir av seinna hálvleiki. Teitur spældi ein langan bólt fram, NSÍ málverji og verjuleikari fingu ikki avstemmað støðuna, og Pætur takkaði fyri.

Í seinna hálvleiki vóru vit eisini spælstýrandi, har NSÍ fyri tað mesta lá og gúppaði langar bóltar fram. Útjavnandi málið kom eftir hornaspark, og tað var fyrrverandi HB’arin Øssur Dalbúð, ið var maðurin ið átti málið. Fimm minttir seinni sá Pingel reytt, tá hann fekk sítt annað gula kort.

Meira hendi ikki, og vit mugu taka til takkar við tí eina stignum, sum samstundis merkir at vit dragna eitt vet í FM-stríðnum.

Hagtøl

NSÍ - HB 1-1 (0-1)
0-1 - Pætur Petersen
1-1 - Meinhard Dalbúð

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson (liðsk.), Magnus Egilsson, Sebastian Pingel, Daniel Johansen (Ari Mohr Olsen), Adrian Justinussen, Dan í Soylu (René Shaki Joensen), Tróndur Jensen, Pætur Petersen,  Bartal Wardum, Hørður Askham, Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Jógvan Rói Davidsen, Bjarni Brimnes, Tormóður Petursson Djurhuus, Símun Sólheim

Mynd: Rakul Hansen

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.