Einki avgjørt

Vit kundu ynskt okkum eitt betri útgangsstøðið áðrenn returdystin, men enn er alt opið, og javnleikur var helst eitt rættvíst úrslit.

Fyrri hálvleikur leikaði javnt á. Tó var tað KÍ ið legði seg á odda, tá Simen Sandmæl bleiv spældur leysur. Hann fór framvið Teiti, og legði bóltin í málið til 1-0.

Seinni hálvleikur var bara fáar minuttir gamal, tá Ari javnaði. Brynjar royndi seg við langskotið. Kanska ikki tað besta skotið, men inni í feltinum fekk Ari fótin á, og sneitt bóltin í málið. Eftir hetta, í einar 15 minuttir, høvdu vit sera trupult við at fáa fatur á bóltinum. KÍ’arnir vóru ágangandi, og fingu fleiri hornaspørk, uttan at nakað spurdist burturúr. Síðstu 20 minuttirnar tóku vit yvir, og fingu flutt bóltin væl. Men sum so mangan í ár, so manglaðu vit tað seinasta.

Í stuttum kann sigast at framgongd er at síggja í spælinum, og tað kunnu vit gleðast um. Við javnleikinum er KÍ kanska ein lítil favorittur at røkka finaluna, men halda vit fram at byggja á spælið hjá okkum, so kann væl vera at vit byrja at nærkast toppforminum, tá seinna hálvfinalan skal spælast í Klaksvík, mikudagin 22. mai.

Hagtøl

HB - KÍ 1-1
1-0 - Simen Sandmæl
1-1 - Ari Mohr Olsen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk.),  Brynjar Hlöðversson, Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Pætur Petersen (Dan í Soylu), Símun Samuelsen (Daniel Johansen), Hørður Askham, Ari Mohr Olsen (Sebastian Pingel), Lasse Thillitz Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Bartal Wardum, Símun Sólheim

Mynd: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.