Ein íslendingur afturat í Betri-hópin

Ein íslendingur afturat í Betri-hópin
 

Nú fáa vit ein íslending afturat í hópin.

Leiguavtala er gjørd við 21 ára gamla Grétar Snær Gunnarsson.

Grétar er sentralur miðvallaleikari, hann hevur leikt fótbólt, frá hann var 4 ára gamal. Hann er vaksin upp í Haukar, men flutti fyri trimum árum síðani til FH. 

Heimir var eisini venjari hjá FH, tá Grétar kom hagar frá Haukar. 

Grétar gleðir seg at koma til Føroyar at spæla fyri HB, og vit gleða okkum at fáa hann í hópin.

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.