Betri Deildin menn: HB-NSÍ 0-2

Ikki heilt eftir bókini


Altíð gott at vinna á ólavsøku, men tað eydnaðist so ikki okkum í ár.

Sum tey kønu plaga at siga, so raktu vit nokk ikki dagin, tí tað hekk ikki heilt saman hjá okkum. So har verður okkurt at arbeiða við komandi venjingarnar.

Vit hava vunnið 16 sigrar á rað, og tað kemur ikki av ongum. Vit liggja framvegis nummar eitt, og vit eru klár aftur komandi vikuskifti!


KOYR Á HB!


GÓÐA ÓLAVSØKU!

 

Myndir: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.