Betri Deildin menn: HB-B36 2-1

Reytt, svart og mega feitt 

Summir sigrar eru nógv søtari enn aðrir, og tann í dag var ein í absolut søtara endanum.

Trý stig afturat á stigatalvuni, og so at vinna á teimum svørt/hvítu sunnanfyri aftur, tað telur altíð nógv á onkrari aðrari talvu.

Fyri so ikki at nevna tað at kunna leggja upp aftur longri frástøðu til teirra í samlaða stríðnum í ár - og so at vinna undandystin til Løgmansfinasluna. halt kipp ikki, ein góður dagur í dag!
Tað sá nú eitt sindur hálvhjartað út í fyrra hálvleiki hjá okkum, og næstan sum bíðað varð við kekk-inn í dystin.

Enn einaferð vísti okkara málmaður síni kynstur, og hann ruddaði væl, tá grannarnir gjørdust heldur naskir fleiri ferðir. Tá teir so fingu brotsspark, so bar ikki heilt til at halda teimum av máltalvuni - men bara ta einu ferðina sluppu teir upp á har.
Beint fyri hálvleik áttu vit eitt hornaspark. Ein vælvand kombinatión varð roynd, har Adrian Justinussen átti síðsta leikin, og við einum dyggum høggi plantaði hann hegnisliga bóltin í netið - og vit høvdu brádliga munandi betri útgangsstøði til seinna hálvleikin.

Í hálvleikssteðginum í dag, á tjóðardegi Íslands, hevur okkara framúr góði og fryntligi venjari allarhelst sagt nøkur vælvald orð og lagt lag á, hvussu farast skuldi fram seinnu helvtina av dystinum.
 

Vit fingu at síggja, at tað var eitt annað stríðandi lið (við somu monnum), sum legði til brots aftur, og fekk vent dystinum og atsóknunum til okkara fyrimun.

Nakað inni í seinna hálvleiki hevði Magnus Egilsson eina góða renning oman í vinstra horn, har hann fekk ferð á eitt av sínum ofta sera góðu innleggum. Frammanfyri málinum var aftur Adrian Justinussen, og hesa ferð beindi hann bóltin í málið við einum frálíkum flúgvandi skallara. So vóru tvey til okkum og eitt til teirra.

Tað stríddust vit væl fyri at halda og royndu samstundis at tryggja okkum eitt afturat. Tað eydnaðist tó ikki at fáa mál, hóast vit fleiri ferðir vóru nær við.

Hinir royndu eisini at trýsta og vóru nær við, men tað telur ikki. Dómararnir valdu at leggja 6 minuttir afturat vanligu spælitíðini, og tey, sum vóru kvik við stoppurinum, siga, at yvirtíðin vardi í 8 minuttir og 53 sekund - men kendist tíggju ferðir so long.

Tá var strævið hjá tí stóru fjøldini av HB áskoðarum, sum í dag høvdu lagt leiðina í Gundadal at stuðla okkara monnum. 
Men okkara stríddust allir sum ein maður og hildu tætt!
SO ólukksáliga flott, frálíkt, strálandi og avbera søtt!

 

Dalurin er reyður og svartur! KOYR Á HB!

Gita hvør gjørdist dagsins maður hjá okkum? 
Klú: Hann byrjar við A 

 

Myndir: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.