Betri Deildin menn: HB-07 Vestur 3-1

TRYGGUR SIGUR GAV TRÝ AFTURAT smiley

Okkara betri menn høvdu í dag vitjan har vestrii frá, og tryggjaðu okkum trý stig afturat og framhaldandi eina plasering á stigatalvuni har tað er stuttligt at vera.
Bakandi sól var í Gundadali í dag og sjálvandi skulu vit sóla okkum, bæði so og so, tá møguleikin er har. Nógvir HB fjepparar høvdu lagt leiðina í dalin at síggja dystin millum topp og botn í betri-deildini, - hóast tað kanska ikki eru bestu fyritreytirnar fyri at síggja tað besta fótbóltsspælið. Tað gjørdu vit nú heldur ikki, men vit høvdu tamarhaldið á dystinum alla tíðina. Verjan vísti sin effektivitet og nógvar vóru royndirnar móti málinum hjá gestunum, har bæði samankomingin og stongin vóru trýstroynd. Líka við og næstan telur kanska ikki við, men skapar tó undirhald smiley. Tað vóru farnir einir tjúgu minuttir av fyrra hálvleiki, tá Adrian Justinussen kom í góða støðu skamt frá málinum og høgdi til so bólturin sat trygt í netinum. Tað var eisini hálvleiksstøðan, og tá er sum so einki tryggjað. Seinni hálvleikurin var tó ikki so gamal, tá Magnus Egilsson skeyt bóltin í eina høga kurvu, sum lendi aftanvert málmannin, - og so vóru vit tvey frammanfyri. Símun Samuelsen vísti enn einaferð at hann framvegis er ein bóltsnillingur, tá hann liggjandi fluktaði bóltin lúkst í málið. Sera flott mál. So vóru trý. Ynsktu okkum fleiri, men tað vóru gestirnir, sum fingu loyvið til at pynta eitt sindur upp á úrslitið við einum langskoti, sum vit ikki fingu fatur á.
Okkara betri menn eru óførir og vit fegnast - og sóla okkum smiley. Fegnir og skoldaðir kundu fjeppararnir fara úr dalinum - heim at sóla sær víðari smiley
Nú fáa teir tiltrongdan dystarsteðg einar tíggju dagar, - tá vit fara suður um ánna eftir finaluplássinum smiley
KOYR À HB !!

Myndir: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.