Aleksandar Jovevic settur sum venjari hjá 1. deild og U21

HB hevur sett Aleksandar Jovevic úr Serbia í starv sum venjari hjá 1. deild og U-21 liðnum.

 
Aleksandar Jovevic hevur verið venjari síðani 2014, tá hann var hjálparvenjari hjá ÍF og venjari hjá U18-liðnum hjá felagnum. Í 2015 var hann venjari hjá ÍF í Betri-deildini, men í 2016 skifti hann til Klaksvíkar, har hann fór at venja sigursvandu KÍ-kvinnurnar. Fyrsta árið gekk sum vant, KÍ-kvinnurnar taptu bara tveir dystir alt kappingarárið, annan í landskappingini, hin í steypakappingini (móti HB!). KÍ spældi seg kortini í finaluna og vann greipuna. 
 
Í fjør endaði sigursrøðin hjá KÍ kvinnunum, tá EB/Streymur/Skála megnaði at vinna bæði landskappingina og steypakappingina. Kortini kann valla sigast, at tað gekk illa hjá KÍ-kvinnunum, sum bara taptu tríggjar dystir í fjør. 
 
Í ár hevur Alex, sum hann vanliga verður nevndur, verið hjálparvenjari hjá B68, sum gjørdist ov stutt at flyta upp í Betrideildina. Hann hevur eisini verið venjari hjá aðrudeildarliðnum hjá B68, sum endaði nummar fimm í landskappingini.
 
Alex Jovevic kom til Føroya í 2003 at spæla við Skála. Árið eftir spældi hann við NSÍ, so eitt ár við TB, áðrenn hann eftir øllum at døma fann seg væl til rættis í Fuglafirði. Árini frá 2006 til 2013 spældi hann 123 dystir í Betri-deildini fyri ÍF, umframt 21 í næstbestu deildini, tá ÍF var har í 2007. 
 
Síðani hann byrjaði sum venjari í 2014 hevur hann spælt onkran einstakan dyst. Seinast hann var á vøllinum var 23. juni í ár, tá hann kom á vøllin í eykatíðini í dystinum millum EB/Streym og B68 í aðru deild.
 
Leiðslan í felagnum fegnast um, at viðurskiftini hjá 1. deild og u21-liðnum við hesum eru komin í rættlag so tíðliga. Tey ásanna, at umstøðurnar, serliga hjá u21-liðnum, ikki vóru nóg góðar í ár, men hava tí arbeitt miðvíst eftir at tryggja sær ein venjara til komandi kappingarár tíðliga.
Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.