Øssur Gudmundarson farin

Øssur Gudmundarson fór frá okkum í gjár, hann liggur nú so fittur í HB búna á børu, hann hevði serliga nógv at siga fyri okkum í Havnar Bóltfelag.

Hann elskaði HB og hann hevur fylgt okkara besta liði trúliga gjøgnum øll árini í sínum besta aldri.

Hann var tann einasti av okkara sum slapp at standa innanfyri girðingina til okkara heimadystir, tí hann var nakað serligt fyri okkum.

Øssur var altíð við tí góða orðinum og tí fitta og blídliga smílinum, takk Øssur fyri alt tað tú var fyri okkum í HB.

Takk fyri allar talurnar á okkara veitslum, og persónliga vil eg takka tær fyri øll klemmini eftir allar heimadystirnar, tá eg sjálvur spældi á besta liði.

Vit fara í dag at minnast teg við tøgn góði vinur hjá okkum í HB, góði Øssur vit í HB ynskja tær alt tað besta á tíni seinastu ferð.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.