Ársins fyrsti heimadystur!

Vespurnar á vitjan!

Sunnudagin koma vespurnar úr Runavík á vitjan. Hóast vit bara eru í mars mánað, tykjast vespurnar longu vera vaknaðar. Við nýggja venjaranum, íslendska Gudjón Thordarson, byrjaði NSÍ landskappingina við einum sigri á EB/Streymi.

Vit hava longu spælt einaferð ímóti NSÍ í ár. Tað var í VFF Cup, har vit vunnu dystin 3-1. Okkara mál skutu Adrian (2) og Ari. Einsamalla málið hjá NSÍ skoraði Klæmint Olsen

Seinast NSÍ var á vitjan í landskappingini, var á ólavsøku í fjør. Og tá gjørdu teir ikki mætari, enn at fara avstað við øllum trimum stigunum. Men síðani tá hava vit ikki tapt ein landskappingardyst. Tann gongdin skal gjarna halda fram sunnudagin, og vit vilja fegin at øll trý stigini vera eftir í Gundadali.

Dysturin verður bríkslaður ígongd sunnudagin kl. 15:00, og maðurin við floytuni verður Petur Reinert.

Veðurforsøgnin til sunnudagin er ikki so galin, og vit gleða okkum at síggja allar HB’arar aftur í Gundali.

Enn er møguleiki at keypa árskort. Les meira her.

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.