Áki Debes Samuelsen skrivað sáttmála við FC Midtjylland

Áki hevur í dag, á sínum 15 ára føðingardegi, skrivað undir sáttmála við danska Superliga felagið FC Midtjylland. Seinasta árið hevur Áki spælt á ungdómsliðum hjá FC Midtjylland, og har hevur tað gingið so mikið væl, at teir hava bjóðað honum ein 3-ára sáttmála.

Fyrr í ár skrivaði ein annar HB’ari, Heini Sørensen, eisini undir sáttmála við FC Midtjylland. Áki og Heini eru báðir úttiknir til U17 landsliðið, sum í næstum skal luttaka í UEFA menningarkapping.

Umframt Áka og Heina, so hava tveir aðrir fyrrverandi HB’arar sáttmála við FC Midtjylland. Teir eru systkinabarnið hjá Heina, Hanus Sørensen, og landsliðsleikarin Jákup L. Thomsen. Jákup er í løtuni útleigaður til íslendska felagið FH.

Í HB eru vit errin av at kunna uppala leikarar, ið fáa sáttmála á hægsta støði.

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.