KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - EB/Streymur
sunnudagin 1. oktober
kl. 15.00

 
1. DEILD MENN
HB - B36
leygardagin 30. september 
kl. 15.00


KÍ - HB
sunnudagin 1. oktober
kl. --.--


 

 


Stuðlar







Mynd: fsf.fo
Landslið12-09-2017 - Jónfinn Petursson

Thomas Thinggaard, venjari, hevur úttikið U17-landsliðið við dreingjum, sum í døgunum 25. september til 4. oktober skal til Finnland at taka lut í fyrsta innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini.


Vit hava nápað hesa søguna frá fsf.fo:

- Vit fara til Finnland í trúnni á, at vit kunnu yvirraska. Stórt bjartskygni er í hópinum, og spælararnir trúgva veruliga uppá, at tað ber til, sigur Thomas Thinggaard, venjari.

Í døgunum 25. september til 4. oktober fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til Finnland, har liðið skal taka lut í fyrsta innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini. Hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú er greitt, hvørjir teir 18 verða, ið skulu umboða Føroyar.

Teir ið hava fingið landsliðsboð eru hesir:
Bárður Ó. Jensen, B68
Meinhard Debes Geyti, NSÍ
Óli Eyðsteinsson Poulsen og Olaf K. Hansen,
Áki Hentze, Andrass Johansen og Pætur Eliasen, B36
Bjarti Vitalis Mørk, Leivur F. Guttesen, Regin í Geil Jacobsen og Sveinur Lava Olsen, HB
Símun Sólheim, Brøndby IF (DK)
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DK)
Peter Bergmann Hansen, OB Odense (DK)
Gulak Andrias Jacobsen, SønderjyskE (DK)
Elias El Moustage, AaB Ålborg (DK)
Jóhann Hansson Joensen og Sámal Jákup Jóhannusarson, Hvidovre IF (DK)

Vit fegnast um, at Bjarti V. Mørk, Leivur F. Guttesen, Regin í Geil Jacobsen og Sveinur Lava Olsen hava fingið landsliðboð. Harumframt fegnast vit um, at Símun Sólheim og Hanus Sørensen eisini hava fingið landsliðsboð.

Umframt Føroyar og vertslandið, verða Ísland og Russland eisini við í kappingini, og sambært føroyska venjaranum, so eru russar favorittar.

- Fyrr í ár, tá NM var í Íslandi, møttu vit ímóti Finnlandi, so teir kenna vit væl. Ísland og Russland havi eg sæð eitt sindur til á video, og tað eru tvey góð lið. Men vit trúgva avgjørt uppá okkara møguleika, sigur Thomas Thinggaard, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Vit ynskja øllum hjartaliga til lukku við heiðrinum, at verða úttiknir og bestu eydnu við komandi uppgávunum.

Skráin

27. september Russland - Føroyar
30. september Ísland - Føroyar
3. oktober Føroyar - Finnland

Allir dystirnir verða klokkan 11.00, føroyska tíð.

Mynd og heimildari: fsf.fo