KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - KÍ
Ólavsøkudag
kl. 16.00

 
1. DEILD MENN
B36 - HB
mikudagin 26. juli
kl. 19.00


HB - B36
sunnudagin 6.august
kl. 18.00


 

 


Stuðlar







savnsmynd hb.fo

HB best umboðað á U17 landsliðnum

Dreingir30-06-2017 - Helgi Nielsen

Thomas Thinggard, landsliðsvenjari hevur í dag úttikið hópin hjá U17 dreingjum, sum um 4 vikur skulu til Íslands at luttaka í Norðurlandameistarakappingini.

Landsliðsvenjarin sigur, at talan er um sterkan hóp, og sum HB'arar kunnu vit fegnast um, at HB er best umboðaða liðið í hópinum við ikki færri enn 6 leikarum, um vit síggja burtur frá Hanus í FC Midtjylland.

Teir úttiknu frá HB eru: Bjarti Vitalis Mørk, Petur Ovi Hjaltalin Dam, Regin í Geil Jacobsen, Sveinur Lava Olsen, Símun Sólheim og Leivur Fossdal Guttesen.

Kappingin verður sum sagt í Íslandi frá 28. juli til 6. august, og vit ynskja sjálvandi okkara dreingjum og liðnum annars bestu eyðnu í kappingini.