KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - B36
leygardagin 21. oktober
kl. 15.15

 
1. DEILD MENN
HB - TB/FCS/Royn
leygardagin 21. oktober 
kl. 12.30


Bronsa
 

 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Grannauppgerðin

1. lið16-04-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 4. umfari í Effodeildini: HB – B36

So verður brak aftur í Gundadali. 2. Páskadag kl. 15.00 bresta grannarnir í Gundadali saman. Nú skal fyrsta stikkið í slagnum um Havnina avgerast.


Eftir fjórðngsfinalurnar í Løgmanssteypinum er greitt, at bæði grannarnir fyri sunnan og vit eru víðari til hálvfinalurnar.

Hetta er frálíkt, men hest eru teir hvítu fegnari um sína fjórðingsfinalu enn vit. Teir varpaðu Víking úr kappingini, meðan vit, við neyð og deyð, megnaðu at basa uppflytarunum úr Sundalagnum.

Skulu vit gera okkum nakra vón um at fáa úrtøku úr dystinum 2. páskadag, mugu vit grava djúp og roynast nógv stinnari enn Skírisdag.

Men, vit gleða okkum almikið til spennandi grannauppgerðina og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.

Góðan dyst og Koyr á, HB !!!!

Allir dystirnir í 4. umfari eru hesir:
1404 KÍ – NSÍ
1404 TB/FCS/Royn – Skála
1404 EB/Streymur – Víkingur
1404 HB – B36
1404 ÍF – 07 Vestur