KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Góður sigur á B68

Kvinnur17-04-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur 1. deild, 4. umfar: B68 – HB 0-3

Kvinnurnar vunnu góðan og sannførandi sigur á Svangaskarði í dag. Elin Maria Isaksen og Rannvá Mortensen hava skrivað dagsins dystarfrásøgn:

Dagurin byrjaði við at vit møttust uppi í HB húsinum til døgurða. Áðrenn fráferð inn á Toftir, til dystin í dag.

Dysturin byrjaði eitt sindur rótut við at vit løgdu høgt pres á verjuna hjá B68, og vit hildu áfram við at leggja høgt press á á tær, og eftir 20 minuttir gav tað pote, eftir eitt horna úr vinstru, sum Lea fær høvdi á og bólturin ferð ímillum beinini á einum b68 leikara og í málið og 1-0 til okkum.

Nú virkaði tað eitt sindur sum um vit sleptu speedarinum eitt sindur og lótu tær sleppa meir og meir inní dystin, og blivu kanska eitt sindur pressaðar í støðum, men einki meira enn verjan og Ása á miðjuni kundu klára.

Seinni hálvleikur byrjaði við at vit løgdu okkum eitt sindur longur aftur á vøllin og satsaðu uppá umstillingar, og lótu tær so sum so sleppa at stýra dystinum eina løtu, men vit tóku so yvir aftur fyri at fáa málið til 2-0, men tað eyndnast ikki í fyrstu atløgu.

Vit vóru eitt sindur ónøgdar við at ein b68 leikari ikki fær sítt seinna gula kort fyri at koma nógv for seint inní eina takkling, har hon bert rakar fótin hjá einum leikara hjá okkum.

Málini til 2-0 er eitt innlegg úr vinstu sum dettur niður í feltið og eftir at fleiri leikarir hava rakt mitt á málverjan sum ikki klárar at halda fast í bóltinum og bólturin dettur fyri føturnar á Rebekku sum uttan at himprast smekkar bóltin í kassan.

Og tveir minuttir seinni slær Rebekka so sigurin fastan við at skora trygt til 3-0 tá hon kemur leys imóti málverjanum. Alt í alt ein fantastiska góður arbeiðssigur á B68 har vit allar kempaðu alt tað sum vit áttu fyri hvørja aðra.

Næsti dystur hjá okkum verður fríggjakvøldið ímóti grannunum B36 vónandi koma nógv fólk at hyggja


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 4. umfar: 2. páskadag 17. apríl 2017 kl. 15.00 á Svangaskarði

B68 – HB 0-3 (0-0)
0-1 Lea Hansen 20’
0-2 Rebekka Benbakoura 86’
0-3 Rebekka Benbakoura 88’

Liðið: Simona Heinesen – Marjun undir Kletti, Janita Ole-Jacobsen (Nadja Johannesen 66), Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Elin Maria Isaksen (Rannvá Mortensen 86), Rebekka Benbakoura, Poula Andreasen (Julia Helena Henriksen 58), Sólrun Thomsen, Jónvá Hentze, Ninna Hansen og Lea Hansen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson

Dómari: Bogi E. Hansen
Hjálpardómarar: Petur Páll W. Hentze og Jón Marni Johannesen