KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - KÍ
11. mars kl. 15:00

 
1. DEILD MENN
Skála - HB
10. mars kl. --:--


BETRI-KVINNUR
HB
11. mars kl. --:--
 

 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen 2016

Fyrsti venjingardystur hjá Betri-monnum

HB17-01-2018 - Margit Stórá

Minni enn tveir mánaðir eru til landskappingin 2018 verður bríkslað í gongd

Í Gundadali stríðast mong av okkara við at fyrireika seg til kappingina. Venjingarnar eru væl í gongd hjá teimum vaksnu og fleiri av teimum yngru eru eisini komin í gongd, meðan onnur fara skjótt at byrja.

Kappingin hjá fremstu liðunum, bæði hjá kvinnum og monnum, eitur í ár Betri-deildin, og tað skulu vit líka venja okkum við.

Eins og vanligt hevur verið, so verður eisini í ár skipað fyri fleiri venjingardystum hjá betri – bæði Betri- kvinnum og Betri-monnum. Dystaryvirlitið sæst ovast á breddanum her á heimasíðu okkara.

Fyrsti venjingardysturin hjá Betri-monnum verður mikukvøldið 17. januar kl.18, tá vit í kavanum fara at taka ímóti betri-liðnum hjá NSÍ.

Tað kann gerast bæði frískligt og stuttligt at leggja sær leiðina í Gundadal hetta kvøldið og síggja fyrstu taktirnar undir leiðslu av okkara nýggja venjara Heimir Guðjónssyni.

Myndin er frá fyrsta dystinum í landskappingini 2016, tá vit vóru inni í Runavík og hittu NSÍ. Tað kavaði illa í seinna hálvleiki í einum annars fínum dysti, sum vit vunnu 2-1.