Limaviðurskifti

Limagjaldið fyri 2020 má gjaldast, áðrenn kappingin byrjar!

Tá limagjaldið er goldið, hevur tú rætt til:

  1. at luttaka í venjingunum hjá HB við góðum venjarum
  2. at verða skrásettur sum leikari í HB og luttaka í kappingum
  3. at fáa dystarklæðir frá HB í sambandi við úttøku
  4. at verða tryggjað/ur í tryggingarskipanini hjá ÍSF móti skaða – eisini undir venjing
  5. at fáa ferðaseðar til SSL gjøgnum felagið
  6. at sleppa at luttaka í tiltøkum, hugnaløtum o.ø., ið felagið skipar fyri
  7. at atkvøða á aðalfundinum um tú ert fylt/ur 16 ár
  8. at stilla upp til nevndarval um tú ert fylt/ur 18 ár

Limagjaldið kann gjaldast við gjaldskorti ella kontantum. Harumframt ber eisini til at gjalda limagjaldið við bankaflyting (6460-2203156 ella 9181-1851251)

Her er oyðublað at prenta út: Limaskráseting oyðublað.pdf

Send oyðublaðið til hb@hb.fo.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir teir ymisku limabólkarnar.

Um ivamál eru, ber til at seta seg í samband við skrivstovuna hjá HB á 781904, ella at skriva til hb@hb.fo.

Bólkur og limagjald

Systkinaavsláttur

Avsláttur verður latin foreldrum við fleiri íðkandi børnum í felagnum, fyrsta barni rindar fult gjald, síðani verður avsláttur latin kr. 200 pr. barn.

Goymið limagjaldskvittanina

Felagið heitir á allar limir sínar um at goyma kvittanina uppá goldið limagjald, tí hetta er einasta váttan, ið felagið góðtekur, um ivamál seinni stinga seg upp, hvørt limagjaldið er goldið ella ikki – eisini fyri undanfarin ár. Hetta ger seg serliga galdandi fyri íðkandi limir, sum av einhvørjari orsøk ynskja at skifta felag. Í tílíkum førum tilskilar HB sær rætt til at krevja inn gamalt ógoldið limagjald 5 ár aftur í tíðina fyri at lata nýggja felagnum spæliloyvið.

Broytingar í limaskapinum

Vinarliga boðið felagnum frá skjótast til ber í samband við:- bústaðarbroyting,- navnabroyting,- nýtt telefonnummar,- um føðingardagurin er skeivt skrásettur,- teldupostur ella um tú ynskir einhvørja broyting í limaskapi tínum, t.d. um tú ikki vilt vera limur meir ella kanska bara hvílandi o.s.fr. Hetta er rættuliga umráðandi og sparir aloftast bæði felagnum, tær og foreldrunum mangt – óneyðugt – stríð (og pengar). Takk fyri ómakin.

Spæliloyvi

Fyri at leika fótbólt við HB (tvs. dystir í almennari kapping undir FSF), krevst spæliloyvi frá FSF. Hetta er galdandi fyri allar leikarar heilt frá teimum vaksnu til smápiltar/pinkur. Tað er av stórum týdningi, at hesi viðurskifti koma í rætt lag, áðrenn dystur verður leiktur. Reglan er vanliga henda:

    1. Flytir tú úr øðrum felag í Føroyum (ella úr amatørfelag í útlondum) til HB, mást tú tryggja tær, at tú einki skyldar (tvs. limagjald) í gamla felagnum. Tú kanst ikki leika við HB, áðrenn tú hevur avgreitt málið við gamla felagið.
    2. Flytir tú úr HB í annað felag, er tað sama galdandi.
    3. Ert tú ikki skrásettur fyrr hjá nøkrum felag og ynskir at leika dystir fyri HB, so skal HB melda teg til kappingina (til FSF) og biðja um loyvisbræv.

Annars er altíð best at spyrja seg fyri hjá felagnum í góðari tíð.

Reglugerð fyri áhugaleikarar

Á heimasíðu FSFs finst ein Reglugerð fyri áhugaleikarar í sambandi við at skifta felag. Hetta er týdningarmikil lesnaður, sum vit avgjørt mæla øllum leikarum og avvarandi at lesa.