Lógirnar

Lógir fyri Felagið HB-stuðlar

Soleiðis fyrstu ferð samtyktar á aðalfundi 27. apríl 1980, síðani broyttar á aðalfundi 25. februar 1990, 20. desember 2005 og 13. juli 2007.

§ 1. Navn og heimstaður
Navn felagsins er HB-Stuðlar. Heimstaður felagsins og tingstaður er Tórshavn.

§ 2. Endamál
Endamál felagsins er at stuðla Havnar Bóltfelag.

§ 3. Limaskapur
Limaskapur er opin fyri øllum viðhaldsfólkum Havnar Bóltfelags.

§ 4. Gjøld til felagið
Limir gjalda lima- og stuðulsgjald eina ferð um mánaðin.

§ 5. Skipan
Hægsti myndugleiki er árligi aðalfundurin, ið hildin verður í mars mánaði sambært § 6. Boðað verður til fundar 14 dagar frammanundan, antin við brævi ella við lýsing. Fundarskráin verður fráboðað saman við fundarboðum. Avgerðir á aðalfundi og eykaaðalfundi verða gjørdar við vanligum meiriluta.
Fundurin ger av, um atkvøðugreiðslan skal vera skrivlig ella við handsupprættan.

§ 6. Aðalfundurin
Aðalfundurin verður hildin eftir hesi skrá:

  1. Val av fundarstjóra.
  2. Formaðurin greiðir frá farna árinum.
  3. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til samtyktar.
  4. Møgulig uppskot frá nevndini.
  5. Val av nevnd og 2 tiltakslimum. Nevndin telur 5-7 limir. Annaðhvørt ár verða valdir 2-3 og annaðhvørt 3-4.
  6. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara.
  7. Ymiskt

§ 7. Nevndin
Nevndin skipar seg sjálv, tá ið aðalfundurin er av, við formanni, skrivara og kassameistara.
Felagið verður teknað av formanninum og skrivaranum í felag ella av allari nevndini.
Til at keypa, selja ella veðseta ogn krevst nevndarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av formanninum og skrivaranum í felag.

§ 8. Eykaaðalfundur
Boðað verður til eykaaðalfundar, tá ið meirilutin av nevndini ella 10 limir biðja um tað.

§ 9. Lógarbroyting
Lógarbroyting kann bert fara fram á aðalfundi ella á eykaaðalfundi.

§ 10. Uppathald
Heldur felagið uppat, falla møguligar ognir felagsins til Havnar Bóltfelag.

Útgreinan av § 4:
Á aðalfundi 25. februar 1990 varð viðtikið, at lima- og stuðulsgjaldið verður ásett til:

  1. Í minsta lagi kr. 40,00 hvønn mánaða
  2. Í minsta lagi kr. 20,00 hvønn mánaða fyri lesandi og leikarar.

Nevndin hevur heimild til at skipa fyri serligum tiltøkum at útvega pening, umhonheldur tað vera neyðugt.