Felagið

VÆLKOMIN

Hjartaliga vælkomin til okkara heim á internetinum.

Havnar Bóltfelag er eitt stórt og vælvirkandi fótbóltsfelag.

Útvið hálvthundrað lið luttaka á hvørjum ári í kappingum fyri HB, og hóast nýggj feløg hava stungið seg upp í høvuðsstaðnum, er HB framvegis eitt hitt størsta fótbóltsfelagið í landinum.

Nógv vatn er runnið í Havnará, síðani HB – sum tað fyrsta fótbóltsfelagið í Føroyum – fór undir fyrstu varligu byrjanina við heimasíðusmíði í 1998. Tá var tað mest av øllum forkunnugt og forvitnisligt, í dag er tað alneyðugt og kann ikki undirmetast.

Heimasíða okkara hevur øll hesi árini verið ein hin mest vitjaða fótbóltsheimasíðan í landinum, hetta einamest tí hon alla tíðina hevur verið regluliga dagførd. Heimasíðan hevur frá fyrsta degi lagt seg eftir at vera ein upplýsandi síða um felagið og virksemi tess, samstundis sum hon eisini hevur kunnað um føroyskan fótbólt yvirhøvur.

Vit vóna og vænta, at heimasíðan er til gagns onkursvegna fyri øll tey, ið koma á vitjan. Vit í HB-familjuni hava hana í hvussu so er fyri neyðini – bæði praktiskt og sálarliga!

Hjartaliga vælkomin á vitjan enn einaferð 🙂