KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
EB Streymur - HB
sunnudagin 23. juli
kl. --.--

 
1. DEILD MENN
HB - ÍF
leygardagin 22. juli
kl. --.--


HB - B36
sunnudagin 6.august
kl. --.--


 

 


Stuðlar







Felagið

Hjartaliga vælkomin til okkara heim á internetinum


Havnar Bóltfelag er eitt stórt og vælvirkandi fótbóltsfelag, ið samlar alla sína orku um ítróttargreinina fótbólt. Útvið hálvthundrað lið luttaka í kappingunum fyri HB, sum, hóast nýggj feløg  hava stungið seg upp í høvuðsstaðnum, framvegis er størsta fótbóltsfelag í landinum.

Nógv vatn er runnið í Havnará, síðani HB - sum tað fyrsta fótbóltsfelagið í Føroyum - fór undir fyrstu varligu byrjanina við heimasíðusmíði í 1998. Tá var tað mest av øllum forkunnugt og forvitnisligt, í dag er tað neyðugt og kann ikki undirmetast. 

Heimasíða okkara hevur øll hesi árini verið ein hin mest vitjaða heimasíðan í landinum, hetta einamest tí hon alla tíðina hevur verið regluliga dagførd. Heimasíðan hevur frá fyrsta degi lagt seg eftir at vera ein upplýsandi síða um felagið og virksemi tess, samstundis sum hon eisini hevur kunnað um føroyskan fótbólt yvirhøvur.

Vit vóna og vænta, at heimasíðan verður til gagns onkursvegna fyri øll tey, ið koma á vitjan. Vit í HB-familjuni hava hana í hvussu so er fyri neyðini - bæði praktiskt og sálarliga! 

Hjartaliga vælkomin á vitjan enn einaferð :-)