KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - B36
leygardagin 21. oktober
kl. 15.15

 
1. DEILD MENN
HB - TB/FCS/Royn
leygardagin 21. oktober 
kl. 12.30


Bronsa
 

 

 


Stuðlar







Enn eitt oddalið stendur fyri tørni

1. lið10-08-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 18. umfari í Effodeildini: HB – NSÍ

Leygardagin verður størsti parturin av 18. umfari í Effodeildini avgreiddur. Úr Runavík kemur NSÍ á vitjan í Gundadali.


Bæði liðið eru reyðgløðandi í løtuni. NSÍ hevur vunnið teir tríggjar dystirnar siðan summarstegðin 14-0, so eingin sum helst ivi er um, hvønn veg pílurin peikar við Løkin.

Gula grýtan skal haldast í kók, og góða gongdin higartil hevur havt við sær, at NSÍ nú hevur yvirhálað KÍ og sett seg á annað plássið.

Vit hava eisini fingið gongd á, og hóast vit vónaðu eitt aftursvar eftir keðiliga tapið við Margáir, væntaðu helst fleiri, at stígur fór at koma í sunnudagin, tá vit vitjaðu í Sarpugerði.

Men okkara ungu menn gjørdu øllum metingum til skammar og vunnu, tá samanum kom, ein greiðan sigur á Víkingi.

Okkara grýta skal sanniliga eisini haldast í kók, um vit skulu vera við í stuttligara endanum, og hvussu vit so venda tí, er lagið betri nú enn leingi í HB-húsinum.

Spennandi verður so at síggja, hvussu leikur fer fram leygardagin kl. 17.00, tá HB og NSÍ bresta saman, og helst fer maður av húsi at stuðla okkara á leið.

Vit gleða okkum almikið og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.


Góðan dyst og koyr á, HB!!!!


Allir dystirnir í 18. umfari eru hesir:
1108 KÍ – Víkingur
1208 07 Vestur – EB/Streymur
1208 HB – NSÍ
1208 ÍF – Skála
1208 TB/FCS/Royni – B36


Mynd:
Rakul Hansen