KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - Víkingur
sunnudagin 30. apríl
kl. 15.00

 
1. DEILD MENN
ÍF - HB
leygardagin 29. apríl
kl. 11.00


HB - ÍF/Víkingur
mikudagin 3. mai
kl. 18.00



 
 

 


Stuðlar







Dagsins maður, Sebastian Pingel, hevur lagt okkum á odda 2-1.

Enn ein javnleikur

1. lið17-04-2017 - Helgi Nielsen

Effodeildin, 4. umfar: HB - B36 2-2

Liðini áttu hvør sín hálvleik, so sum so er ein javnleikur nokk í lagi. Hinvegin høvdu vit teir størru málmøguleikarnar í dystinum, tó at tað ikki gav mál, so helst eru grannarnir glaðari fyri javnleikin enn vit.


Bæði liðini vóru skerd á fremru plássunum í dag, so tí varð kanska ikki roknað við so nógvum málum og málmøguleikum. Tað var tó ikki heilt eiðasørt í dag, tí hóast kanska ikki so nógv gott álopsspæl var at síggja, so fingu nógvu áskoðararnir í góðveðrinum í dag bæði intensitet, mál og góðar málmøguleikar.

Sum sagt áttu liðini hvør sín hálvleik, og fyrra hálvleik var tað gestirnir ið áttu. Bæði liðini løgdu tó varliga fyri, og fyrstu royndina í dystinum átti Martin Bergvold, tá hann í 6. minutti sendi eitt skot móti málinum hjá Tórði sum vardi fyri. Næsta royndin kom í 16. minutti, tá Patrik gjørdist leysur, men Teitur vardi væl fyri.

Gestirnir vóru omaná í spælinum, men komu ikki til nógvar møguleikar annað enn nøkur hornaspørk, sum ikki gjørdust heilt vandamikil. Vit høvdu eisini okkurt skot á málið, men einki spurdist burturúr. Klárast í minninum frá fyrra hálvleiki stendur eitt vánaligt dómara og hjálpardómara avrik, sum kundi havt avgerandi ávirkan á úrslitið, men lukkutíð ikki fekk tað. Oddmar átti klokkuklárt gult kort, tá hann steðgaði Pingel í vandamiklum mótálopi, men slapp við átalu. Eisini átti Patrik gult kort, tá hann setti fótin fyri útspark frá Teiti.

Stutt eftir hetta verður langur bóltur sendur fram til Benjamin sum ikki verður pressaður nakað serligt og sleppur at seta bóltin framvið Teiti til 0-1. Eitt heldur lætt mál, men ikki óuppiborið í mun til spælið. Tað var lítið skipað spæl at síggja frá okkara síðu í fyrra hálvleiki, og tí gjørdist tað mest vandamikið, tá onkur deyðbóltsstøða var. Í 41. minutti fáa vit brádliga góðan kontramøguleika, tá Pingel loypir av stað við bóltinum á okkara hálvu. Ári Mohr Jónsson er við og fær bóltin, men tíverri verður skotið blokerað til horna. Horna verður sent væl innfyri, har tað endar við at Jóhan Troest Davidsen setir høvdið á og skallar bóltin í mál til 1-1. Ikki uppiborið, men deiligt og týdningarmikið at fáa javnað áðrenn hálvleik. Hinvegin hevði spælið verið so vánaligt, at vónirnar til seinna hálvleik ikki vóru tær heilt stóru.

Hvat Sigfríður hevur sagt við okkara menn í hálvleikinum veit eg ikki, men tað vóru í hvussu so er hamskiftir HB'arar sum komu á vøllin til seinna hálvleik. Nú stríddust menn fyri hvørjum bólti, og samanspælið fór eisini at rigga. Gestirnir vórðu trýstir í botn, og í 48. minutti rekur Pingel langa leið inn í brotsteigin hjá gestunum, og tá tey flestu helst væntaðu, at hann fór at avlevera, setti hann bara bóltin trygt í kassan til 2-1. Flott mál og nú tevjaðu vit blóð.

Okkara hildu áfram við góða spælinum, og fleiri mál lógu í luftini. Í 56. minutti er tað aftur dagsins maður - Sebastian Pingel - sum smekkar til, men tíverri í stongina, og minuttin aftaná eru tað Levi og Ári sum eru leysir í brotsteiginum, men Tórður fær vart fyri. Gestirnir vóru slettis ikki við enn, og vit fingu fleiri vandamiklar møguleikar, m.a. hevði Martin eina góða frísparksroynd á tvørstongina, men fríspark var tað so ikki heldur.

Tað hevði stórt sæð bara verið eitt lið á vøllinum í seinna hálvleiki, men hóast tað, so megnaðu gestirnir at javna til 2-2 eftir at eitt innkast ikki varð ruddað nóg væl burtur av verjuni. Tað málið var líka óuppiborið, sum okkara mál til 1-1, so nú var stanton bæði so og so. Javnandi málið gav dystinum nýtt lív, tí nú sleptu vit takinum, vit høvdu havt, og so sluppu gestirnir framat. Onkur einstakur málmøguleiki kom burturúr, men Teitur boksaði væl uppum. Vit komu eisini til okkurt smávegis, men einki spurdist burturúr, og so endaði tað við einum javnleiki, sum sæð yvir allan dystin helst var rættvíst. Gamaní høvdu vit ógvuliga stóra yvirvág í seinna hálvleiki, men havandi vánaliga fyrra hálvleikin í huga, høvdu vit nokk ikki uppiborið at vunnið dystin. Hinvegin hevði tað verið deiligt við 3 stigum, og tá gerast skal upp, er tað eingin sum spyr um tað var uppiborið ella ei.

Næsti dystur er komandi sunnudag við Løkin, har NSÍ tekur í móti. Hóast teir framvegis ikki hava vunnið nakran dyst enn, er einki at ivast í, at tað verður ein torfør uppgáva. Hinvegin gevur góði seinni hálvleikurin hjá okkum í dag greiða ábending um styrkina á liðnum, og hvat liðið er ført fyri, og tí fara vit við góðum vónum til Runavíkar at stuðla okkara monnum.

Koyr á, HB!


HAGTØLINI

Effodeildin, 4. umfar 2. Páskadag 17. apríl 2017 kl. 15.00 í Gundadali
HB – B36 2-2 (1-1)
0-1 Benjamin Heinsen 33'
1-1 Jóhan Troest Davidsen 43'
2-1 Sebastian Pingel 49'
2-2 Patrik Johannesen 79'

Gult kort: Sebastian Pingel, Levi Hanssen og Tróndur Jensen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Dánjal Pauli Lervig, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Martin Bergvold, Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen (Ari Mohr Olsen 89), Sebastian Pingel (Hans Jákup Anfinsson 85), Levi Hanssen og Ári Mohr Jónsson

Óbrúktur eykaleikarar: Matthias Lamhauge, Heri H. Mohr, Adrian Justinussen og Hjalti K. Djurhuus

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Uni Nielsen, Tróndur Vatnhamar og Heðin Weihe

Dagsins maður: Sebastian Pingel

Dómari: Dagfinn Forná
Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Edvard Højgaard
4. dómari: Janus Fossdalsá


Myndir: Rakul Hansen