KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - B36
leygardagin 21. oktober
kl. 15.15

 
1. DEILD MENN
HB - TB/FCS/Royn
leygardagin 21. oktober 
kl. 12.30


Bronsa
 

 

 


Stuðlar







Drógu svart við Margáir

1. lið14-05-2017 - Helgi Nielsen

Effodeildin, 8. umfar: EB/Streymur - HB 1-0

Líkindini vóru perfekt, og vit kendu fyritreytirnar undan dystinum, men hóast tað megnaðu okkara ikki at fullføra setningin sum var at fáa 3 stig í hús móti Sundalagsmonnum.


Vit kendu eisini dagsins dómara, og ti nyttar einki at grenja um kolldømt mál og tvey klokkuklár ikki-dømd brotsspørk. At øsa seg um tað í dystinum flytir bara fokus frá uppgávuni, og tað gjørdu okkara at síggja til ov nógv av í dag. 

Hóast nógvar løgnar dømingar, sum sjálvandi kostaðu, høvdu vit ovmikið av møguleikum at avgera dystin allíkavæl. Vit høvdu bóltin kanska 80% av tíðini og komu í nógvar góðar støður móti heimamonnunum, sum stóðu pinnpakkaðir rundanum egnan brotsteig. Tíverri tóku okkara ferð eftir ferð skeivu avgerðina í støðunum, og so spurdist einki burturúr.

7 heilt góðar støður til okkara eru feldar á pappírið í fyrra hálvleiki og 1 til vertirnar. Vit valdu sjálvdan ta løttu loysnina, meðan heimamennirnir valdu tað einklu loysnina og fingu mál beint áðrenn hálvleik. Púrasta í andsøgn við spælið, men tað eru málini sum telja.

Vit royndu so at skifta út í seinna hálvleiki, men tað broytti tíverri ikki uppá veruleikan um, at vit eru alt í verðini for ineffektivir frammanfyri málinum. Tað blívur for nógv diggarí, heldur enn skjótt og beinleiðis spæl og so avsluttað. Seinastu minuttirnar fór Teitur enntá við fram, men tað hjálpti tíverri heldur ikki í dag. At vit satsaðu meir í seinna hálvleiki gjørdi eisini, at vertirnir kundu fara í eitt ella tvey skjót mótálop, men tað fingu teir lukkutíð einki burturúr.

Tað var hugstoytt at síggja liðið so ráð- og hugflogsleyst í dag, og helst er nógv at tosa um í hópinum, sum skal rættast til næsta dyst. Tað vita leikararnir og hini hópinum nógv betri enn hesin skrivarin, so tað líti eg á, at tey finna út av.

Hinvegin skulu okkara eiga tað rós, at teir hóast alt, royndu at stríðast allan dystin á tamb. Tað er so altíð nakað at gleðast um, hóast vit høvdu verið glaðari fyri 3 stig. Næsta sunnudag er tað oddaliðið sum tekur ímóti okkum við Djúpumýru, og tað er kanska gott høvi at reisast aftur. Tað tykist sum vit spæla betur móti liðum í ovaru hálvu, so tað er bara at koyra á. Vónandi verða vit fjølment rundanum vøllin.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 8. umfar sunnudagin 14. mai 2017 kl. 15.00 við Margáir

EB/Streymur - HB 1-0 (1-0)
1-0 Tóki á Lofti 44’

Gult kort: -

Liðið: Teitur M. Gestsson – Daniel Johansen, Poul Thomas Dam, Johan Troest Davdisen (liðsk.), Levi Hanssen, Ári Mohr Jónsson, Adrian Justinussen (Martin Bergvold), Tróndur Jensen (Rókur av Fløtum Jespersen), Heðin Hansen (Andrew av Fløtum), Sebastian Pingel og Alexandar Stankov

Óbrúktur eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Heri Hjalt Mohr, Ari Mohr Olsen og Jákup Pauli Breckmann

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Poul Thomas Dam

Dómari: Rúni Gaardbo
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Arni Rasmussen
4. dómari: Janus Fossdalsá


Myndir: Rakul Hansen