KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Betri menn: Skála-HB

12-04-2018 - Rakul Hansen

SANNFØRANDI SIGUR
Okkara betri-menn lótu ongan iva verða um, at teir vóru komnir inn á Skála eftir øllum trimum stigunum. Ágrýtnir og vælspælandi vístu teir, at vit hava eitt gott lið, sum vil spæla fótbólt.

Kviki áleyparin hjá okkum, Teit Jacobsen stóð fyri fyrsta málinum har hann vísti, at hann dugir væl at lesa spælið og hugsa nakrar leikir fram.

Í hálvleikinum førdu vit so við hesum eina málinum, men seinni hálvleikur var ikki gamal, fyrr enn Símun Samuelsen varð feldur í einum álopi og varð tað takserað til eitt brotsspark. Her var tað Adrian Justinussen, sum fekk uppgávuna, sum hann ivaleysur greiddi við at seta bóltin trygt í netið. 

Eina góða løtu var sannførandi spæl, sum hevði við sær at Adrian Justinussen, enn einaferð, vísti hegnisligt spæl og legði okkum fram um 3-0, sum eisini gjørdist endaliga støðan. Seinnapartin av hálvleikinum meiddu fleiri av okkara monnum seg, men vónandi ikki meira enn at teir allir eru klárir aftur sunnudagin.

Soleiðis skal tað gerast ! Eitt gott liðavrik har fleiri skaraðu fram úr - og fjeppararnir í bussinum avgjørdu at Teit Jacobsen eisini hesaferð var dagsins maður.
Gott kempað dreingir ! 

KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

 Betri Deildin menn, 5. umfar 12. apríl 2018 

 Skála – HB 0-3 (0-1)
0-1 Teit Jacobsen 32’

0-2 Adrian Justinussen 50'

0-3 Adrian Justinussen 57'

Gult kort: Tróndur Jensen og Dan í Soylu 

Liðið: Teitur M. Gestsson – Lasse Andersen(Hjalti K.Djurhuus 85'), Bartal Wardum, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen(liðsk.)(John Frederiksen 83'), Brynjar Hloðversson, Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Símun Samuelsen (Daniel Johansen 79'), Dan í Soylu, Teit Jacobsen 

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti V. Mørk – Jógvan Andrias Nolsøe, Ari Mohr Olsen og Niklas Kruse

Á beinkinum: Heimir Guðjónsson, Rasmus Nolsøe, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Teit Jacobsen

Dómari: Bjarki Danielsen
Hjálpardómarar: Rúni Olsen og Petur Páll Hentze
4. dómari: Eiler Rasmussen 

Myndir: Rakul Hansen