3. deild menn

Venjari:

EILIF PETERSEN
Telefon: 230836
Tpostur:

Hentar síður:

Venjingartíðir
Dystarskrá, støða og úrslit(FSF)

Aftur í ár verður ein roynd gjørd at fáa eitt lið í 3. deild, soleiðis at fleri leikarar, ið ikki hava møguleika ella hug at venja fleiri ferðir um vikuna kunnu spæla fótbólt.

3. deild hevur fingið ein venjingartíma hóskvøld kl. 21.00 til 22.00 á ovara vølli.

Higartil hevur áhugin ikki verið stórur, og í vikuskiftinum var liðið mannað við 4 vaksnum leikarum, ið ikki venja fótbólt, og 8 ungum leikarum.

Umframt at hava tað stuttligt til venjing og kappingar í vikuskiftinum, er tað av týdningi fyri HB sum felagskap, at hava lið í øllum deildum hjá teim vaksnu, so at felagið kann fáa ágóðan av teim nógvu leikarunum, ið eru á liðunum í ungdómsdeildini.

Vit eru vitandi um, at tilkomnir leikarar ikki altíð hava tíð og/ella umstøður at spæla ávísar dystir, og tí er ætlanin, at nakrir leikarar frá U18 kunnu hjálpa til.

3. deild hevur ein bólk á FB ið eitur HB 3 Deild 2017, so um tit eru áhugaðir at leika við, so er at koma uppí bólkin og siga frá har.